Í dag fer Kamala Harris væntandi at kunngera, hvønn hon hevur valt til varaforsetavalevni, og sambært keldum hjá tíðindastovuni Reuters og amerikanska miðlinum CNN stendur valið nú bert millum tveir menn.
Talan er um Josh Shapiro og Tim Walz, guvernørar í ávikavist Pennsylvania og Minnesota.
Herfyri varð boðað frá, at Harris eftir ætlan fór at kunngera sítt varaforsetavalevni í dag, áðrenn ein veljarafund í Philadelphia, har viðkomandi eisini fer at luttaka.
Onnur, sum hava verið í uppskoti at gerast varaforsetavalevni hjá Kamalu Harris eru Mark Kelly, senatorur í Arizona, ferðslumálaráðharrin, Pete Buttigieg, og Andy Beshear, guvernørur í Kentucky.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald