Miðlastuðulin dripið privatu miðlarnar í Føroyum

Redaktiónir verða ikki mentar við verandi miðlastuðli. Heldur hinvegin, sigur stjórin á Portalinum

Niklái Nysted (Mynd: Sverri Egholm)

Niklái Nysted (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-05 20:26 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Niklái Nysted, stjóri á Knassum, sum eigur og rekur Portal.fo, leggur ikki fingrar í millum, tá tosað verður um miðlastuðul og hvussu hann skal skipast í Føroyum. Stóð tað upp til hann, so varð miðlastuðulin avtikin, ongantíð ov skjótt.

- Tær tvær milliónirnar árliga høvdu verið betri givnar við at hjálpt onkrum av gøtuni ella til bústaðir til onkran sum var í neyð, heldur Niklái Nysted.

Portalurin hevur seinastu trý árini, miðlastuðulin er latin, verið við millum teir átta, sum hava fingið stuðul øll árini, og hevur móttikið umleið 600.000 krónur tilsamans. Hetta er umleið tíggju prosent av samlaðu upphæddini, sum latin út.

- Við stuðlinum tekur tú initiativið burtur. Tað eru ikki komnir fleiri miðlar síðani, og menningin í føroyska miðlaheiminum av teimum traditionellu miðlum er bara minkað.

Meira kann lesast ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder