Setrið hevur komandi tíðin bara fjarlestur, og miðnámsskúlarnir fara at nýta líknandi leist.
Les eisini: Undirvísingin heldur fram sum fjarlestur
Miðnámsskúlanæmingar skulu eftir nýggju tilmælunum eisini verða heima komandi tíðina, men tað verður ikki talan um frí til næmingarnar.
Í morgin fyrireika lærarnir á Glasi fjarundirvísingina, sum byrjar mánadagin 16. mars, meðan næmingarnir skulu verða heima - her er talan um ein frídag hjá næmingunum. Hetta skrivar in.fo.
Á Kambsdali verður meira lív í. Heimasíðan hjá skúlanum boðar frá, at tímatalvan verður avmarkað, so at kunning til ymsu breytirnar um komandi tíðina kann gevast. Hetta er eisini galdandi fyri HF-skeiðið í Klaksvík. Lærarnir skulu eisini nýta tið til at fyrireika seg til serligu støðuna.
Soleiðis sær dagurin á Miðnámi á Kambdsali út í morgin
Eingin kunning er komið frá Miðnámsskúlanum í Suðuroy ella Miðnám í Vestmanna, men nú næmingarnir ikki kunnu koma í skúla, verður helst talan um líknandi loysn á teimum báðum skúlunum.
Innanlands
Miðnámsskúlar gera klárt til fjarundirvísing
Miðnámsskúlin á Kambsdali hevur í morgin kunning fyri næmingum um, hvussu undirvísingin verður komandi vikurnar. Á Glasi verður fjarundirvísing fyrireikað, meðan næmingarnir hava frí
Miðnámsskúlin á Kambsdali hevur skerda tímatalvu í morgin, men kunning um fjarundirvísingina, ið verður sett í verk mánadagin (Mynd: Pól Sundskarð)
2020-03-12 18:27
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald