Saman við ferðslupatruljuni hevur politiið í Norðurøkinum hesar seinastu dagarnar gjørt eitt miðvíst ferðsluátak í økinum við serligum atlitið til ólóglig prutl og førarar.
Ólóglig prutl og førarar hava í langa tíð verið ein trupulleiki í økinum og hevur politiið í økinum tí hesa seinastu dagarnar gjørt eitt miðvíst átak fyri at steðga hesum.
Fyrrapartin í dag tók politiið 6 prutl í Klaksvík, har brotini eru hesi:
- 5 fyri at koyra ólógligt prutl
- 5 fáa bót fyri, sum eigari at lata føringina av prutlinum til ein, sum ikki hevur loyvi at koyra
- 5 ført prutl uttan koyrikort
Umframt hetta vórðu 2 bilførarar tiknir fyri at tosa í fartelefon, meðan teir koyrdu, og 1 bilførari fekk bót fyri at koyra við ”sólfilmi” á vinstra síðurúti framman, skrivar løgreglan á heimasíðuni.
Annars eru fleiri prutlførarar og bilførarar tiknir hesa seinastu tíðina í økinum fyri ymiskt ólógligt.
Vit fara framhaldandi at halda eitt vakið eyga við ferðsluni í økinum, soleiðis at tað er trygt og vandaleyst at vera í ferðsluni her í norðurøkinum.
Innanlands
Miðvíst ferðsluátak ímóti prutlum í Norðurøkinum
Saman við ferðslupatruljuni hevur politiið í Norðurøkinum hesar seinastu dagarnar gjørt eitt miðvíst ferðsluátak í økinum
Savnsmynd: Jens Kr. Vang
2018-12-20 15:43
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald