Fleiri demokratar og republikanarar hava heitt á amerikanska varaforsetan, Mike Pence, um at brúka 25. ískoytið til amerikansku grundlógina at seta Donald Trump frá sum forseta.
Talan er um eitt ískoyti, sum kann brúkast til at koyra ein forseta frá, um hann ikki er førur fyri at røkja embætið.
Men ráðgevar hjá varaforsetanum upplýsa sambært amerikonskum miðlum, at Mike Pence ikki vil brúka hendan møguleikan. Tó hevur hann ikki sjálvur úttalað seg um málið enn.
Les eisini: Umhugsa at seta Donald Trump frá
Millum tey, sum hava heitt á varaforsetan um at brúka hetta grundlógarískoytið eru demokratiski leiðarin í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, sum sambært Ritzau ikki kann útiloka eitt nýtt ríkisrættarmál móti Trump.
Onnur, sum hava heitt á Mike Pence um at brúka 25. ískoytið eru republikanski kongresslimurin Adam Kinzinger og demokratiski leiðarin í Senatinum, Chuck Schumer.
Áheitanirnar til Mike Pence koma eftir at Kongressin í Washington D.C. mikudagin varð álopin av fleiri hundrað viðhaldsfólkum hjá Donald Trump.
Sí eisini: Myndir: Mótmælisfólkini trongdu seg heilt inn í formansskrivstovuna
Undir ófriðinum legði amerikanski forsetin m.a. eitt sjónband á sosialu miðlarnar, har hann segði seg elska og skilja viðhaldsfólkini.
Fleiri dagføringar hjá Donald Trump vórðu strikaðar av sosialu miðlunum mikudagin, og tað endaði við, at hann varð útistongdur frá Twitter, Facebook og Instagram.
Les eisini: Donald Trump viðurkennur tap - er útistongdur frá sosialum miðlum
Les eisini: USA: Tveir ráðharrar lagt frá sær
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald