Mentan

Mikines til sølu fyri knappar 400.000 krónur

Blaðið "Vinnulívið" skipar fyri listarframsýning í Sjónleikarhúsinum, har privat fólk sýna fram síni listarverk, tey hava hangandi heima við hús

2021-05-23 15:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um vikuskiftið skipar Blaðið “Vinnulívið” fyri listarframsýning í Sjónleikarhúsinum.

Talan er um út við 150 listarverk eftir, m.a. Tróndur Patursson, Torbjørn Olsen, Waagstein, Vegghamar við meira.

Har er eisini ein stórur Mikines, 200x130, sum stendur til sølu fyri 395.000 kr.

Í bókini, "Mikines", stendur á blaðsíðu 184, at Mikinesi málaði málningin, Gravarferð, til finska komponistin, Kim Borg, í 1958.

Áhugin fyri Mikinesi tykist stórur. Fyri jól vórðu tríggir málningar hjá Mikinesi seldir á donsku heimasíðuni, Bruun Rasmussen, fyri 682.500 kr., íroknað avgreiðslu- ogh ómaksgjald.

Dýrasti málningurin, Morgunsól (115x140), fór fyri 416.000, men hann var væl minni enn tann, sum er til sølu í Sjónleikarahúsinum.

Seinasti møguleiki at vitja framsýningina er í dag frá klokkan 12 til 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder