Mikkjal Loðmund Sørensen er deyður, 90 ára gamal. Tað skrivar Tórður Mikkelsen á Facebook síðuni hjá "Við Tórði á Túri" í kvøld.
Viðingurin Mikkjal Loðmund Sørensen, sum bleiv kendur í Føroyum aftaná at Við Tórði á Tóri hjá Kringvarpinum í 2021 var og vitjaði hann á oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi, har hann búleikaðist einsamallur í 57 ár.
Hesi seinastu árini búði Mikkjal á ellisheimi í Qaqortoq. Leygardagin fekk hann ein blóðpropp og varð lagdur inn á sjúkrahúsið og vaknaði ikki aftur, skrivar Tórður.
- Eg var úti í oynni og vitjaði Mikkjal í 2021, og í oktober árið eftir brann heimið hjá honum í grund. Og sjálvt um Mikkjal ætlaði at innrætta seg í seyðhúsinum við síðuna av, endaði tað við at hann kom inn í býin, Qaqortoq, og har hevur hann sum sagt búð á ellisheiminum seinastu árini, skrivar Tórður Mikkelsen.
- Fyri meg hevur vitjanin hjá Mikkjali úti í oynni verið ein tann minniligasta uppliving í mínum yrki. Tað var áhugavert at hitta hendan einabúgvan av Viðareiði, sum hevði varðveitt tað málið viðingar tosaðu tá hann fór heimanífrá í 1963. Burtur úr hesari vitjan komu tvær útvarpssendingar, skrivar kendi útvarpsmaðurin.
Mikkjal Loðmund Sørensen fór til Grønlands í 1963 og hevur ongantíð verið aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald