Innanlands

Mikudagin verður møguliga avgjørt um bygdin skal eita Skálafjørður

Staðarnavnanevndin hevur fund mikudagin, tá spurningurin um Skálabotn/Skálafjørð skal viðgerast

2019-04-29 13:36 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Avgerðin verður tikin so skjótt sum til ber. 

Tað sigur Eivind Weyhe, formaður í staðarnavnanevndini um, nær fólk á Skálabotni fáa at vita, um navnið á bygdini verður broytt. Tað var stórur meiriluti fyri at broyta navnið til Skálafjørð, tá fólkaatkvøða var um navnið á bygdini á Grækarismessu í ár. 

Eivind Weyhe sigur við Portalin, at nevndin hevur fund mikudagin 1. mai, tá navnið á bygdini eisini verður viðgjørt. Men hann vil ikki siga nakað um, hvussu nógv tað hevur at siga fyri viðgerðina, at fólkaatkvøða við stórum meiriluta hevur avgjørt, at bygdin skal eita Skálafjørður

- Tað kann eg ikki siga nakað um áðrenn fundin, sigur hann. 

Hann sigur, at hóast nevndin fer at viðgera spurningin á komandi fundi, er tað ikki sikkurt, at avgerð verður tikin. Tað vil hann heldur ikki siga nakað um, áðrenn fundurin mikudagin hevur verið. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder