Tríggjar norskar handilsketur hava fingið bøtur á tilsamans 4,9 milliardir norskar krónur fyri brot á kappingarreglurnar, skrivar NRK.
Bótin svarar til góðar 3,1 milliardir danskar krónur.
Tað er norska kappingareftirlitið, sum hevur givið bøturnar. Coop hevur fingið eina bót á 1,3 milliardir norskar krónur, NorgesGruppen 2,3 milliardir og Rema 1,3 milliardir.
Bøturnar eru givnar, tí eftirlitið metir, at tær tríggjar stóru handilsketurnar, sum allar selja matvørur, hava verið við í ólógligum príssamstarvi.
Sambært eftirlitinum hava dær deilt upplýsingar um prísir sínámillum. Og tað ger, at prísirnir hava verið hægri á gerandisvørum fyri brúkararnar, enn tær áttu at verið, ljóðar niðurstøðan hjá kappingareftirlitinum.
Reitan Retail, sum eigur Rema 1000 sigur, at tey fara at kæra avgerðina. Eisini Coop Norge vísir aftur, at tey skulu hava brotið kappingarreglurnar, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald