Innanlands

Mini TeenStreet í Kelduni um vikuskiftið

TeenStreet-hjúnini, Debs og Josh Walker, umframt Jóhanna Sámalsdóttir úr "Hoydalar" eru millum tey, ið vitja

Vanliga eru nógvir føroyingar á kristiligu ungdómsleguni í Týsklandi. Nú verður TeenStreet-tiltak í Føroyum aftur

Vanliga eru nógvir føroyingar á kristiligu ungdómsleguni í Týsklandi. Nú verður TeenStreet-tiltak í Føroyum aftur

2026-04-09 18:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi vikuskifti, 10. og 11. apríl 2026, verður Mini TeenStreet skipað í Kelduni á Kambsdali. Talan er um eitt tvørkirkjuligt kristið tiltak, sum hevur til endamáls at savna ung og vaksin til uppbyggjandi møtir, lovsang og felagsskap.

Serligir gestir til tiltakið eru hjúnini Debs og Josh Walker úr Houston, USA. Tey eru væl kend innan TeenStreet arbeiðið, har tey í nógv ár hava virkað sum høvuðstalarar á TeenStreet í Týsklandi. Við sínum royndum og greiðu boðskapi fara tey at undirvísa og tala á møtunum um vikuskiftið.

Evnið fyri møtirøðina er “Vegir”, og undirvísingin tekur støði í Orðtøkunum úr Bíbliuni.

Afturat talu og undirvísing verður eisini ThroneRoom bæði kvøldini. ThroneRoom er ein kend lovsangsløta á TeenStreet, har dentur verður lagdur á góðan og lættan lovsang. Lovsangurin verður leiddur av lovsongsbólkinum frá TeenStreet Europa, sum eisini hevur føroyska luttøku.

Eisini verða sangframførslur á skránni. Ungdómskórið í Nebo syngur leygarkvøldið, og eingin annar enn Jóhanna Sámalsdóttir frá Hoydalar, kemur á pallin fríggjakvøldið.

Fríggjakvøld og leygarkvøld:
Kl. 20.00: Møti við Josh og Debs Walker
Kl. 21.30: Steðgur
Kl. 22.30: ThroneRoom við framførslum




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder