Innanlands

Minkandi ársúrslit hjá Borg P/F

Ársúrslitið hjá Borg minkaði í 2022 góð 15 prosent í mun til árið fyri. Úrslitið er kortini gott, og avlopið ljóðar upp á 10,7 milliónir

2023-02-21 23:16 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Ársúrslitið hjá Borg í 2022 minkaði góð 15 prosent til 10,7 mió.kr. Hóast hetta so er leiðslan nøgd við ársúrslitið stendur at lesa í ársfrágreiðingini, sum ér dagfest 1. februar í ár.

Gongdin hjá føroysku timburhandlunum er vanliga eitt gott barometur hvønn veg virksemið í samfelagnum fer. Hetta er ein av góðu keldunum at síggja, hvussu keypihugurin hevur verið hjá bæði privata húsarhaldinum og vinnuni at keypa vørur úr timburhandlum og byggibúðum.

Borg P/F er Føroya næst størsti timburhandil & byggibúð og hevur sítt virksemið í Runavík, Klaksvík og í Havn.

Úrslitini síðstu árini hjá Borg P/F hava verið vaksandi og góð.

Árið 2022 er tó øðrvísi í so máta, av tí at tað sær út sum, at bruttovinningur og ársúrlit toppaðu í 2021 og at nú er talan um eina lítla niðurgongd, sjálvt um tað ikki er talan um nakra stóra niðurgongd. 


Rakstrarroknskapur

[object Object]

Bruttovinningurin í 2022 vísir eina lítla minking á 1,3 prosent til 53,1 mió.kr.  

Starvsfólkakostnaðurin er vaksin 1,1 mió.kr til 17,9 mió.kr. ella við 3,3 prosentum.

Hetta merkir, at úrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt ebitda er fallið úr 19,7 mió.kr. í 2021 til 17,9 mió.kr. í 2022, sum er ein minking á 9,2 prosent. Ebitda er vanliga fyrsta ábendingin um, hvussu rakstrarlønsemi hjá eini fyritøku flytir seg. Her mugu vit staðfesta, at rakstrarlønsemið, sum annars er gott, er minkandi orsakað av bæði lækkandi bruttovinningi og øktum starvsfólkakostnaði.

Ársúrslitið hjá Borg er minkað úr 12,6 mió.kr. í 2021 til 10,7 mió.kr. í 2022. Eitt gott úrslit, men tó ein minking á 1,9 mió.kr.ella 15 prosent. 


Fíggjarjavni

Samlaði fíggjarjavnin hjá Borg var í 2022 í alt 126,7 mió.kr., sum er 9 mió.kr. minni í 2021. 

Á ognarsíðuni eru størstu broytingarnar í 2022, at áogn frá sølu av vørum og tænastum er minkað samanlagt 6,8 mió.kr. Harnæst er støðisognin minkað 1,1 mió.kr til 42,9 mió.kr. umframt at vørugoymslurnar eru minkaðar 1,2 mió.kr. til 33,9 mió.kr. í 2022.

Borg hevur langfreistaða skuld á 18,6 mió.kr., sum í 2022 er niðurgoldið við 2,2 mió.kr.

Tann stuttfreistaða skuldin er somuleiðis minkað úr 54,7 mió.kr. í 2021 til 40,4 mió.kr. í 2022.

Eginognin hjá Borg er við ársenda 2022 í alt 65,3 mió.kr.


Lyklatølini

Trygdarevnið hjá Borg í 2022 er 52 prosent, sum má metast at vera rættiliga gott.

Gjaldførið hjá Borg P/F er somuleiðis gott, tá hugt verður eftir lyklatalinum “gjaldførislutfall”, sum var 208 prosent í 2022, sammett við 163 prosent í 2021.

Ognaravkastið var 10% og eginpeningsavkastið var 17 prosent.

Okkara niðustøða er, at Borg hevði eitt gott ársúrslit í 2022, hóast talan er um eitt lítið fall í úrslitinum. 

Felagið er harnæst væl bjálvað fíggjarliga til framtíðar avbjóðgar næstu árini.

Eigarin av Borg P/F er felagið Viljin Sp/f, har Rodmundur Nielsen er høvuðspartaeigarin.

Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2022 samtykt at útluta 2,3 mió.kr. sum vanligt vinningsbýti umframt at 2 mió.kr. vóru útlutaðar í roknskaparárinum 2022. Samanlagt er vinningsbýtið tískil 4,3 mió.kr

Borg P/F hevði í 2022, sambært roknskapi felagsins, samanlagt 76 starvsfólk.


Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder