
Uppgerðin fyri februar hjá Vága floghavn vísir, at talið av ferðafólkum var væl lægri, enn tað var árini, beint áðrenn koronufarsóttin gjørdi um seg - serliga var munurin stórur samanborið við februar 2020, ið var seinasti vanligi ferðafólkamánaðin í langa tíð.
Sambært tølunum hjá flogvøllinum, ið Kringvarp Føroya hevur lagt fram, ferðaðust sløk 18.000 fólk - 17.993 - um fløgvøllin í Vágunum í februar
Hetta eru 6,6 prosent færri enn í februar í 2019, og heili 14,3 prosent færri enn í februar 2020.
Orsøkin til lægru tølini, samanborið við árini áðrenn koronufarsóttin ávirkaði, er, at SAS ikki er í flúgving á Føroyaleiðini. Hetta sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn, við kvf.fo.
SAS hevur gjørt fleiri broytingar í einari trongari tíð fíggjarliga hjá stóra skandinaviska flogfelagnum. Eftir ætlan verður SAS aftur í flúgving á Føroyaleiðini um mánaðaskiftið mars-apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald