Fólkaheilsuráðið ger nú eina herferð, sum skal minna fólk sum koma á almennar bú- og røktarstovnar á tragnarskylduna.
Tað eru tær báðar, Amanda D. Jacobsen og Pálrún S. Sigurðardóttir, ið eru sjúkrarøktarfrøðilesandi, sum hava gjørt eitt veggprýði við tekstinum: Tað tú hoyrir og sært her inni - Goym tú bert í egnum minni. Prýðið er við íblástri frá heimum, har tú sást eina mynd t.d. hanga yvir durunum.
Kring landið eru tað fólk, sum búgva ella eru innløgd á ymsum almennum stovnum. Hesi eru vard av tagnarskylduni hjá starvsfólkinum; men hvussu er við brúkaranum sjálvum, avvarðandi og vitjandi á hesum støðum? Við hesum veggprýðinum verður gjørt vart við, at hesi eisini hava tagnarskyldu.
Við hesum verður eggjað fólki at vísa umhugsni og virðing, og ikki fara víðari við tí, tey hava upplivað og sæð á staðnum, sigur Fólkaheilsuráðið í tíðindaskrivi.
Í fyrstu atløgu kemur myndin at hanga á ellis- og røktarheimum og eldrasambýlum runt Føroyar og á stovnum hjá Almannaverkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald