Innanlands

Minnast Tummas Napoleon Djurhuus í Kollafirði

Tummas Napoleon nevndi seg Tonglatummas í táttayrking

2018-10-22 21:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við at skaldið Tummas Napoleon Djurhuus (sáli) hevði verið 90 ár í ár, skipa Kollafjarðar bygdarsavn og bókasavnið fyri hugnakvøldið á bókasavninum í Kollafjarðar skúla týskvøldið 23. oktober. 

Tummas Napoleon var føddur í Kollafirði í 1928, og hann vaks upp í Kollafirði og í Havn. Hann starvaðist sum lærari, til hann brádliga doyði í bestu árum.

Tummas Napoleon, sum í táttayrking nevndi seg Tonglatummas, skrivaði yrkingar, tættir, gjørdi søguligar ljóðmyndir og var ofta at hoyra í skemtisendingum í útvarpinum. Hansara yrkingar eru ofta inniligar lýsingar av bráðkomnum og viðkvomum kenslum.

Á hugnakvøldinum fer Hanus G. Johansen at syngja nakrar sangir hjá skaldinum, og Turið Sigurðardóttir fer at hugleiða. Haraftrat verður upplestur og sangur.

Kollafjarðar bygdarsavn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder