Innanlands

Minni enn ein kilometur eftir at bora

139 metrar vóru boraðir í Sandoyartunlinum í farnu viku, og tilsamans eru nú 9.805 metrar boraðir

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-10-04 09:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku vóru tilsamans 139 metrar boraðir í Sandoyartunlinum, og nú er ikki langt eftir, til tað verður hol ígjøgnum.

Í Traðardali vóru boraðir 63 metrar, og á Gomlurætt vóru boraðir 76 metrar, skrivar tunnilsfelagið á Facebook.

Tilsamans eru 5.239 metrar boraðir í Traðardali, og á Gomlurætt eru boraðir 4.566 metrar tilsamans.

Hetta merkir, at 9.805 metrar eru boraðir tilsamans av Sandoyartunlinum, sum skal vera 10.785 metrar. Sostatt er nú minni enn ein kilometur eftir at bora – 980 metrar.

Boringin í Traðardali byrjaði 27. juni 2019, og boringin á Gomlurætt byrjaði 14. august sama árið. Eftir ætlan verður tunnilin liðugur í 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder