Leygardagin, hin 23. Januar 2021, hittust vit, húsfólk, skyldfólk, vinfólk og grannar til jardarferð hjá Odu Esther Samuelsen í Christianskirkjuni, Klaksvík.
Vegna Corona var bert pláss til 100 í kirkjuni, men jarðarferðin var stroymd á Facebooksíðini hjá Christianskirkjuni og YouTube.
Oda Samuelsen, mamma, vermamma, omma, langomma, systur, fastir, gumma, systkinabarn, abbasystur, skyldkona og vinkona var farin í Harrans hendur.
Vit mintust Odu og vit hoyrdu, at vit hittast aftur heima hjá himmalska Faðir okkara.
Tað var ein sorgarstund og ein skilnaðarløta.
Meðani náttúrin sang svanasong og klæddi seg í vakrasta vetrarbúna vitjaði deyðin lív og heim okkara.
Oda var ikki longur hjá okkum.
Hjarta hennara var steðga, og lív hennara livað.
Kamarið á Uppistovu var tómt, rúm og veggir søgdu eina søgu um eitt menniskja og eitt lív, har næstan alt hevði áhuga og týdning.
Oda varð fødd í Sørvági, hin 21. juli 1928, miðskeiðis tveir heimsbardagar, heima hjá langommu Elisabeth og langbba Óla.
Foreldrini vóru Helena (ella Lena) og Sámal Petur Solmunde, Søldarfirði ella Solmundefjord, sum bygdin varð nevnd tá.
Oda var fyrstafødd, seinri varð Arne mammubeiggi og Hjørleif mammubeiggi bornir í heim. Báðir eru farnir í Harrans hendur.
Í 1932 var ein stórur sorgarleikur í Søldarfirði. Tá gingu tvær sluppir burtur. Laura og Immanuel. Við Immanuel var Sámal Petur Solmunde og tveir beiggjar.
“De unge smukke enkers bygd” varð bygdin nevnd av fremmandum ferðafólki, sum vitjaðu. Næstan allar kvinnurnar vórðu einkjur og livdi av at arbeiða í fiski, og Lena omma seymaði alt frá dópskjólar til líkklæðir.
Oda varð send til ommuna og abban í Sørvági.
Seinri giftist Lena omma uppaftur við Hans Marius, sum var beiggi Sámal Petur. Hans Marius var einkjumaður við fimm børnum.
Saman fingu tey fimm børn.
So vóru trettan børn í húsinum úti í Byrgi.
Í dag er bert Hasla, sum er yngst, eftir.
Vit kunnu neyvan ímynda okkum, hvussu tungt, hvussu syrgiligt, hvussu fátækt tað var. Ongin segði nakað.
Tað kom fyri seg, at eg hoyrdi ommu siga:
“Harrin gav, Harrin tók, Harrans navn verður lovað”
Børnini komu undan. Oda búi javnan hjá ommu og abba í Sørvági, og gekk í skúla hjá D. P. Danielsen, sum lærdi børnini danskt.
Sostatt lærdi Oda ongantíð at lesa og stava føroyskt, hon skrivaði bert føroyskt ljóðmál.
Sum ung fór Oda til Danmarkar at arbeiða.
Fleiri ár seinri fór Oda heim til Føroyar, til Klaksvíkar, har hon arbeiddi á vaskarínum og giftist við Ingolfi Samuelsen.
Tá vaskaríið, reinsaríið varð sett til sølu vildi Oda keypa tað, men bankastjórin segði “Vit lána ikki pengar til kvinnur” .
“Tað kann væl vera, men eg havi mínar hendur” svaraði Oda.
Sostatt bjargaði hon Klaksvíkar Dampvaskarí og fleiri arbeiðspláss.
Hetta var so sermerkt fyri Odu. Hon var arbeiðssom sum fá, - hon var treisk og so var hon blíð burturav.
Í nógv ár arbeiddu Oda og Ingolf saman á vaskarínum og seldi tað í 1992.
Oda tók stig til at stovna Klaksvíkar Húsarhaldskúla. Genturnar skuldi ikki fara av landinum at læra húsarhald. Tær skuldi vera heima í Føroyum, giftast við einum føroyingi og eiga føroysk børn.
Oda og Ingolf fluttu inn í barndómsheimið hjá Ingolfi í Kvíggjaklova í 1983.
Hurðin var altíð opin. Fólk komu og fóru. Oda stákaðist tíðliga og seint, var náttaravnur burturav, kókaði, bakaði, stoykti, málaði, vevaði, bant og seymaði, skrivaði eisini veitslusangir til konfirmatiónir, brúðarvígslur, rundar føðingardagar. Allir sangirnir endaðu við bøn um einglavakt. Eg haldi ikki nakað heim í Klaksvík vóru so nógvir einglar sum í Kvíggjaklova.
“Kom og sett teg. Fá tær ein drekkamunn. Sett teg, fá tær ein drekkamunn afturat.”
“Noy, far ikki útum at roykja. Eg fái mær eisini ein smøg”
Og so guðaði. Hon dugdi ikki at roykja.
Øll árini longdist Oda út á Skálafjørðin, tað var tað vakrasta stað á jørð.
Tá var tað gott at keypa hús og búgva í Steymnesi í tíggju ár.
Har fingu tey eisini góðir grannar.
Har búi Oda mitt í verðini. Øll komu framvið – og øll skuldu hava ein drekkamunn.
Eisini politiið, tá Oda varð tikin at koyra eitt sindur undarligt.
Sum árini gingu komu fleiri til:
Sørin og Rannvá
Gunn, Randi og Rógvi
Carsten og eg
Christina, Jakob og Christian
Oda elskaði ommubørnini.
Tey skuldi altíð koma og vera, summar, heyst og vár – og helst ongantíð fara avstað aftur.
Tey fingu ís at eta allan dagin.
Tey sóu video nátt og dag, - og lærdu at spola.
Tey lærdu eisini at seyma, at mála, at binda, at spæla, syngja sálmar og sangir, at elska Føroyar og tosa føroyskt.
“Tað er vakurt í Klaksvík á sumri...”
Hendan hávetursdag vóru vit í Christianskirkjuni av tí at Oda var farin í Harrans hendur – heim til Jesus pápa.
Vit vóru har at minnast, at syngja, at biðja, at hoyra boðskapin um uppreisn og æviga lívið.
At ein tíð var at liva og ein tíð at doyggja.
At ein tíð var at hittast og vera saman skyldfólk og vinfólk, - ætt og kenningar – ein tíð til gaman og gleði.
At ein tíð var til at fevna og ein tíð til ikki at fevna, - ein tíð til at elska, syrgja, sakna og gráta.
--
Her mitt í heiminum.
Her vit elska, syrgja, sakna og gráta,
Stendur krossurin, sum størsta og sterkasta symbolið,
merkið, tekin um, at Guð elskar okkum,
- og vit elska, tí at Hann elskaði okkum fyrst.
--
At prædika til jarðarferðina hjá Odu, var at prædika, - at tú skalt elska Harran tín og næsta tín, sum sjálvan teg - og at vit verða endurføtt til livandi vónar – f yri uppreisn Jesu Krists frá deyðum.
Hesi orð vórðu søgd, tá eg doypti Odu, 5. februar 2000, í kirkjukjallaranum í doypifuntin frá gomlu kirkju. Tá var Oda 72 ár.
- og hesi orð vórðu søgd úti á grøvini hjá Ingolfi, - tá Oda varð løgd í somu grøv.
--
Hvørt sunnukvøldið ringdi eg og tosaði við Odu, mammu mína.
Tað síðsta sunnukvøldið orkaði hon hvørki at tosa ella syngja, hon var so móð.
Vit sungu annars altíð fleiri sálmar og sangir, og mamma dugdi alt uttanat. Einaferð spurgdi eg mammu, um hon mintist, tá hon sang í kórinum uppi á loftinum í Christianskirkjuni, tá kirkjan varð vígd 7. juli 1963.
“Noy” segði hon, men so sang eg “Adeste fideles” og so helt mamma fram og sang allan sangin uttanat á latín, hóast hon ongantíð hevði lært latín ella skilti tað.
Altíð endaði eg við at syngja “Góða mamma, eg vil sova”.
Vanliga sang mamma við, men hetta kvøldið sang hon ikki við.
Tá eg segði “Góða nátt og Jesus veri við tær”
Hoyrdi eg mammu knappliga siga við klárari rødd:
“Har man Jesuspápi búgva,
vakrar blómur vaksa har.
Hagar hvítir einglar flúgva,
flúgva einaferð við mær”
Tveir dagar seinri flugu einglarnir mammu heim til Várharra.
--
Hendan dagin kundu vit bert takka Guði, sum fevnir okkum frá vøggu til grøv, sum vísir okkum kærleika og umsorgan frá móðurlívinum til vit verða løgd í grøvina,
- takka Guði fyri Odu
- sum livdi lív sítt fyri okkum og saman við okkum.
Guðs friður verið við mammu mína, Oda Esther Samuelsen.
Lisbeth Solmunde Michelsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald