
“Tað hjarta, sum Gud tók til sín, slær víðari í minnum okkara.”
Hvørt hóskvøld gjøgnum kappingarárið møtast menn í kioskini við Løkin, har teir samantvinna hugna og gera fyrifallandi uppgávur, sum eru við til at gera gerandisdagin hjá NSÍ lættari. Hesin bólkurin av monnum verður millum okkum róptur “NSÍ Bandin”. Ein av teimum trúføstu limunum í hesum “banda” var Helgi Olsen úr Rituvík, og seinasta hóskvøld var onki undantak.
Tá ið eg legði leiðina framvið, vóru teir í gongd við at leggja seinastu hond á arbeiðið við yvirtromuni á goymsluni sunnan fyri kioskina. Lagið var gott á monnum, prátað varð um gongdina hetta kappingarárið og fyrireikingar til komandi ár. Menn vóru spentir, men eisini var ein ávís ferð á monnum, tí málið teir høvdu sett sær hetta kvøldið skuldi náast.
Eg vildi ikki órógva teir meira enn neyðugt. Seinni um kvøldi sá eg, á teirra messengerbólki, at “Merkið” var skrúða inná síðstu sperruna. Mynd varð tikin av teirra avriki hetta kvøldið, og mitt í rokanum var Helgi, væl hýrdur sum altíð, og vardi tað meg ikki, at næstu ferð eg skuldi bera eyga við okkara hátt virda Merkið, var, tá ið eg fekk sorgarboðini um, at hesin hátt virdi heiðursmaðurin, Helgi Olsen, var farin undan okkum heim í teir ævigu bústaðir.
Helgi var ein íðin NSÍ viðhaldsmaður bæði í viðgongd og mótgongd, hjá honum var ongin ivi um, at hann stuðlaði felagnum og teimum avgerðum, sum leiðslan tók. Eg havi mangan tosað við Helga um okkara kæra felag, og hava tær samrøðurnar verið gevandi og fari eg at sakna hesar samrøðurnar. Vit í NSÍ hava mist ein góðan og trúgvan viðhaldsmann.
Umframt at vera viðhaldsmaður, so var Helgi eitt satt lívsstykki, hann var jaligur, savnandi, loyalur, trúfastur og kann eg ikki finna eitt betri lýsingarorð enn, at hann var alt umfevnandi. Hann hevði ein slíkan eginleika, at man altíð kendi seg væl í hansara samveru, tí var tað ikki undarligt, at hann var nógv avhildin millum okkum og limirnar í NSÍ bandanum, har hann kundi bæði prika og skemta og tískil verður saknurin stórur, nú hansara stólur er tómur og hansara rødd er tagnað.
Men størstur verður saknurin hjá tykkum Gunn, Ronnie, Ken, Jov, svigerbørn, barnabørn, ja familjan øll. Má hann, sum øllum valdar, styrkja og leiða tykkum trygt ígjøgnum sorgina og saknin í dag og døgum, sum fara at koma.
Við hesum fátøku orðum vil eg vegna NSÍ bera tær eina hjartans tøkk fyri alt tað, sum tú hevur lagt eftir teg. Takk fyri tað stríð og strev, sum tú púra ósjálvsøkið hevur lagt eftir teg í okkara felagsskapi. Tað er við allar størstu viðring og takksemi, at vit bera minnini um teg víðari í okkara gulu hjørtum.
Við álit á fullgjørda verkið á Golgata, hvíla vit trygt í tí vón, at vit ein dag skulu møta Helga aftur heima hjá Harranum.
Og skal hetta verđa okkara troyst í stóru sorgini og sakninum, og kunnu vit, sum Harran kenna taka undir viđ sálmaskaldinum, sum so beinrakið troystar okkum viđ orđunum:
"Aldri tey, sum Harran kenna, hittast skulu síđstu ferđ. Tá ið tár við skilnað renna troyst í hesum orðum er."
Guds friður verið við tær Helgi, Guds friður verið við okkum øllum
Æra verður minni um Helga Olsen
Karstin Joensen
Formaður
NSÍ Runavík. F.C.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald