placeholder
Innanlands

Minningarorð um Irenu Mariu í Geil

"Hon er jú so røsk og væl fyri, at her er onki at stúra fyri “, var so seinni tankin, men so skjótt kann tað ganga

2020-07-03 18:02 Author image
Minningarorð / Marit í Garði Olafsdóttir
placeholder

Nú er ein vika liðin síðan omma lat eyguni aftur fyri seinastu ferð. Eg havi mangan hugsa fyri mær sjálvari “ tann dag ið omma ferð verður ein svárur dagur”,” men hon er jú so røsk og væl fyri, at her er onki at stúra fyri “, var so seinni tankin, men so skjótt kann tað ganga. Og ja, dagurin var svárur, ómetaliga svárur og eru teir tað enn….

Omma var eitt vælsigna menniskja, eg eri uppvaksin hjá ommu og abba og tey ið kenna okkum vilja kanska vera við at eg var eitt vet forkela sum smágenta.

Omma starvaðist á Mølini í fleiri ár, har hon var væl dámd av øllum, eg havi aldrin hitt nakran ið hevði naka ringt at bera henni, hennara lyndið og tolnið er eisini tað ið eg minnist allarmest til gjøgnum barndómin, altíð glað, altíð klár at troysta um tørvur var á tí, vísti altíð áhuga, tað hevur man neyvan skonkt einum tanka í hasum aldrinum, men eg eri ómetaliga takksom fyri tað í dag. Tað eru góð virðir fyri eitt barn at fáa.

Omma hevur altíð veri væl fyri, røsk og aldrin gramt seg um naka. So tá eg fekk boð um at sjúkrabilurin var ávegis til LS við ommu, hugsaði eg beinavegin at hetta skal nokk ganga, allarhelst koyri eg hana aftur á Gomlurætt til síðsta túrin suður, men so var ikki. Støðan bleiv bara verri og verri, til hon at enda ikki orkaði meira.

Eg havi altíð angra at eg fór uttanlanda tá abbi bleiv sjúkur, at eg ikki bleiv heima við honum, men man heldur jú at foreldrini eru so sterk, hetta fer at ganga, men so er tíverri ikki altíð. Tí eri eg ómetaliga glað fyri at eg fekk hesi seinastu árini saman við ommu, um enn alt ov fá.

Omma gekk nógvar túrar í Skálavík, hetta dámdi henni sera væl, eg var nógvar túrar við henni oman við ánna og niðan eftur Mýrivegnum. Ein góðan temunn í stovuni, okkurt lekkurt afturvið og Barnaby á skíggjanum, tað dámdi ommu eisini væl. Hesar løturnar fari eg altíð at minnast aftur á.

Tað eru so mong góð minnir sum renna fram nú fyrsti skelkurin hevur lagt seg. Omma var sera stuttlig og kundi vera sera speisk, elskaði at flenna og hoyra krønikker. Vit sótu mangan báðar og prátaðu um alt og einki, tú hevði so nógv at geva av og vísti altíð so stóran áhuga ið hvussu tað gekk hjá okkum øllum.

Ringt at lýsa øll tey ár av kærleika, umsorgan og styrki tú gav mær, eg vóni bara at eg í gerningum kan vera ein váttan til tey virðir tú legði í meg.

Eg kundi skriva so nógv meira, men eg fari at enda hetta minningarorði, hvíl í friði góða omma og heilsa abba.

Marit

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder