”Komandi 200 árini verður roknað við, at allir okkara jøklar hvørva. Henda minnisplátan er fyri at ásanna, at vit vita, hvat hendir, og hvat skal gerast. Bara tú veitst um vit gjørdu tað”.
Soleiðis stendur at lesa á eini minnisplátu, sum um vikuskifti varð sett á ein stein uppi á íslendska gosfjallinum Ok. Har, sum minnisplátan varð fest, plagdi at vera ein lítil jøkul. Men hann er burturbræddur og er fyrsti jøkulin, ið hevur mist sítt heiti. Tað var staðfest á eini serligari minningarhátíðarløtu, har forsætisráðharri Íslands, Katrin Jakobsdóttir, umhvørvisráðharrin Guðmundur Ingi Guðbrandsson og ST-kommiserurin fyri mannarættindi, Mary Robinson vóru til staðar.
- Vit staðfesta, at ein jøkul er farin. Hvør skuldi trú tíð? segði Robinson, sum heitti á Norðurlandaráðið, sum hittist í Íslandi hesa vikuna, um at lýsa eina veðurlagskreppu og seta krepputiltøk í verk.
On August 18, 2019, scientists will be among those who gather for a memorial atop Ok volcano in west-central #Iceland. The deceased being remembered is Okjökull—a once-iconic #glacier that was declared dead in 2014. https://t.co/IbwDha54cB #NASA #Landsat pic.twitter.com/pSFD08UohO
— NASA Earth (@NASAEarth) August 12, 2019
Okjökull varð longu í 2014 lýstur deyður at vera av jarðfrøðinginum Oddi Sigurðssyni. Myndir frá U.S. Geological Survey vísa hvussu snjómongdin er er minkað. Í 1901 vísir eitt kort, at Okjökull var 38 ferkilometrar til støddar. Í 1978 var hann minkaður niður í tríggjar ferkilometrar. Nú er hann minni enn ein ferkilometrar og undir 15 metrar í hædd, og er sostatt ov lættur til at førka seg orsaka av egnari vekt, og er sostatt ikki longur ein jøkul.
- Hetta er ein áminning um, at fleiri jøklar fara at hvørva. Hetta merkir stórar broytingar fyri Ísland, eitt nú tí at vit heinta vatnorku úr áunum, sum koma frá jøklunum, segði Katrín Jakobsdóttir undir minnishátíðarhaldinum.
Okjökull er bert tann fyrsti, sum er tiðnaður burtur. Í vár segði Oddur Sigurðsson, umhvørvismálaráðharri við Morgunblaðið, at vi núverandi ferð, verða ongir jøklar eftir í Íslandi um 200 ár.
Jøklar minka í øllum heimspørtum, skrivar nrk.no. Einasta undantak er Avstralia. Har eru ongir jøklar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald