Tað vórðu ógvuliga nógvar koronakanningar framdar í gjár, og nú er greitt, at tað ongantíð áður eru so nógvir smittutilburðir staðfestir uppá eitt samdøgur.
Hetta var ikki óvæntað, nú koronasmittan hevur spreitt seg aftur í Føroyum, og umleið 1.600 fólk lótu seg kanna í gjár.
Les eisini: Áleið 300 kanningar ikki greinaðar enn
Landslæknin, Lars Fodgaard Møller, staðfesti í døgurðatíðindunum hjá Kringvarpinum, at 25 tilburðir eru staðfestir í kanningunum í gjár, og at tað helst vóru eini fimm afturat.
Lars Fodgaard Møller segði eisini, at tað var ein troyst, at tað var greiða á, hvar smittan kom frá, og at tað ikki vóru nógvar ymiskar smittuketur. Landslæknin staðfesti, at teir fyrstu smittutilburðirnir kunnu sporast aftur til áleið ólavsøkuna, tó at smittan er komin til landið áðrenn.
16. mars vóru 19 tilburðir staðfestir. Harvið settu vit met 5. august. Endaliga smittutalið verður greitt seinnapartin.
Innanlands
Minst 25 nýggir koronatilburðir
Landslæknin væntar, at smittutalið kemur upp á umleið 30. Í løtuni verða seinastu kanningarnar greinaðar, men greitt er, at talan er um hægta smittutalið sum er staðfest fyri ein einstakan dag
Lars Fodgaard Møller, her á tíðindafundinum í gjár, sigur, at greitt er hvør smittuketan er (Mynd: Sverri Egholm)
2020-08-06 13:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald