Tað var klokkan 14.15 lokala tíð - 01.15 føroyska tíð – at stóra gosfjalli á Whakaari/White Island fór í útbrot. Talan er um eina gosfjallsoyggj, har tað ikki búgva nøkur fólk, men har nógv ferðafólk vóru stødd, tá tað fór at goysa.
Stórsti parturin av teimum særdu og saknaðu eru frá Ovation of the Seas – eitt stórt ferðamannaskip úr Avstralia sum liggur tætt við oynna í løtuni. Løgreglan í Ný Sælandi sigur, at tað ber í løtuni ikki at koma av oynni, og tískil leita eftir/hjálpa teimum, ið framvegis eru saknaði. 23 fólk eru tó komin av oynni - fimm av teimum eru váttað deyð.
Herurin skal hjálpa løgregluni í bjargingarátakinum, og hevur millum annað havt eitt flogfar yvir oynni. Tað er annars í løtuni eitt flogbann á eitt radius á 48 kilometrar kring White Island. Hetta er orsakað av roykinum.
Talan er um tað mest aktiva eldfjalli í Ný Sælandi. Tað hevur verið “meira virkið” seinastu mánaðirnar, men útbotið kom tó óvæntað á.
Innanlands
Minst fimm deyð og fleiri saknað eftir eldgos í Ný Sælandi
Talan er um mest aktiva eldfjalli í Ný Sælandi, ið fór í útbrot í nátt. Mett verður, at yvir 30 fólk eru framvegis saknaði, og tað ber ikki til at koma út á oynna White Island í løtuni
Heilt stutt áðrenn útbrotið (Mynd: Gns Science)
2019-12-09 08:47
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald