Níggju fólk eru deyð í einum skottilburði í býnum Graz í Eysturríki í dag. Tað váttar eysturríkska innanríkisráðið fyri sjónvarpsstøðini ÖRF.
Løgreglan upplýsir fyri støðini, at tað er ein næmingur á skúlanum, sum hevur skotið frá hond á skúlanum. Sambært talsmanninum tók viðkomandi eisini egna lív sítt eftir álopið.
Løgreglan gongur í løtuni út frá, at viðkomandi var einsamallur um illgerðina, skrivar løgreglan á X.
Fleiri næmingar og lærarar eru rakt og komin álvarsliga til skaða.
Fyrst ljóðaðu boðini, at fimm fólk vóru deyð, men síðan er talið økt, nú eru tey komin upp á níggju.
Ritzau skrivar frá blaðnum Kronen Zeitung, sum hevur tosað við hjúnafelagan hjá einum av lærarunum, sum víðgyrdi seg í einum flokshøli saman við næmingunum. Har vóru fleiri skot at hoyra.
Løgreglan rykti út á staðið umleið klokkan 10 í morgun, lokala tíð, tá boðini um skjótingina komu.
Næmingar og starvsfólk á skúlanum eru nú flutt burtur, meðan løgreglan kannar gerningsstaðið nærri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald