Uttanlands

Minst tólv druknaðu í Ermasundi

Ovurfyltur bátur við flóttafólkum kollsigldi út fyri fronsku norðurstrondini

Bjargingin varð skipað hiðani úr franska havnarbýnum Boulogne-sur-Mer (Mynd: EPA)

Bjargingin varð skipað hiðani úr franska havnarbýnum Boulogne-sur-Mer (Mynd: EPA)

2024-09-04 15:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein bátur við flóttafólki var á veg úr Fraklandi til Bretlands tá hann kom í trupulleikar og holvdist í gjár. Minst tólv fólk druknaðu í Ermasundi í gjár, tá báturin tey vóru við kom í trupulleikar út fyri havnabýin Le Portel á fronsku strondini.

Flóttafólkini royndu at koma sær til Bretlands, tá báturin kollsigldi. Franska vaktar- og bjargingartænastan kundi í gjár boða frá, at 53 fólk vórðu bjargað í stóra bjargingarátakinum, sum varð sett í verk. Tvey fólk eru ikki afturfunnin.

Ermasund er millum tær farleiðir í heiminum við mest skipaferðslu, og av tí at tað eisini kann reka hart í sundinum, kann tað vera vandamikið hjá smærri bátum at koma yvirum.

Tað er heilt vanligt, at fólk royna at sleppa sær úr Norðurfraklandi yvir til Bretlands í yvirfyldum bátum, sum ikki eru bygdir til so nógv fólk. Bara í ár eru yvir 20.000 flóttafólk komin yvir sundið, skrivar BBC. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder