Hjálparfelagsskapurin Mirjam fegnast um hjálpina, sum tey fingu frá føroyskum skótum í 2024, so at tey kundu byggja ein skúla í bygdini Henry James Village í Liberia.
Í einum almennum takkarskivi greiða tey frá, at tey fingu eina umbøn frá bygdafólkinum í Henry James Village. Har vóru 70 børn, sum ikki gingu í skúla. Bygdin er so fjarskotin, at tey yngru børnini ikki sluppu í skúla fyrr enn tey vóru 10-11 ára gomul.
So var tað, at felagsskapurin fekk 80.000 krónur frá føroysku Skótahjálpini, og henda hjálp hevur nú veruliga gjørt mun í fjarskotnu bygdini.
Kvinnur og menn í bygdini fóru til verka at fáa tilfar til skúlan. Bygdin liggur í regnskóginum; so mennirnir høgga timbur og kvinnurnar bera tað heim.
- Vit skulu so keypa bøkur, skúlaborð, stólar, talvur o.a. Vit takka tykkum fyri tykkara stuðul til børnini í Liberia, sum eru sloppin í skúla, tí tit hava valt at stuðla børnum og skúlanum. Tit vita neyvan, hvussu stóran týdning hetta hevur fyri tað einstaka barnið, skrivar felagsskapurin.
Í november fóru Hilda og Kriste Viderø frá felagsskapinum til Liberia har skúlin varð vígdur 15. november.
Sí Facebookvangan hjá Miriam, har fleiri myndir eru.
Herundir ein filmur um skúlaverkætlanina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald