2021-02-20 10:15
Í komandi viku skipar Missiónshúsið á Strondum fyri missiónsviku.
Byrjað verður longu sunnudagin 21. februar við familjumøti, og endað verður sunnukvøldið 28. februar.
Nógv ymiskt er á skránni, eitt nú familjumøti, juniormøti, føstugudstænasta, morgunkaffi, ungdómsmøti og gudstænasta umframt tey meira vanligu møtini.
Frá hósdegnum verða møtini eisini stroymd beinleiðis á facebooksíðuni hjá missiónshúsinum.
Skráin fyri missiónsvikuna sæst á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald