2021-01-15 12:35

Á middegi fyrradagin boðaði útróðrarbáturin Anru vakthavandi á Fiskiveiðieftirlitinum frá, at teir vóru komnir fram á eina alislangu í Vágahavinum, einar 6 fjóðringar úr Koltri.
Teir á Anru settu eina AIS boyu á, so rekin var lættur at finna. Boð vórðu givin til Tjaldrið um, at fara eftir rekandi alislanguni, arbeiðið gekk væl, og var Tjaldrið aftur á Havnini um nátturðatíð.
Alislangan var umleið 100 metrar, og kundi verði til stóran ampa fyri skip og bátar, skrivar Vørn.
Manningin á Tjaldrinum hevur nú leverað rekan til Tórshavnar Havn, og er hann nú koyrdur til KOB á Hjalla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald