
Løgreglan var úti í gjár og kannaði nøkur viðurskifti í ferðsluni. Av løgreglustøðini í Havn verður millum annað boðað frá, at ein persónur fekk klipp í koyrikortið fyri at koyra yvir 70 km/t inni í høvuðsstaðnum.
Eisini fingu fólk bót fyri at millum annað koyra uttan trygdarbelti og við hondhildnari telefon.
Størsta brotið á ferðslulógina, ið løgreglan revsaði, hendi á Kalbaksvegnum. Ein bilførari var tikin fyri at koyra ógvuliga skjótt - ferðmátarin vísti 131 km/t.
Hetta hevði við sær, at viðkomandi misti koyrikortið á staðnum, og at bilførarin fekk eina bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald