2026-04-15 07:52
Eitt ferðsluóhapp var í Vágum í gjár. Ein vøruvognur við opnari last misti lessið úr lastini, og tað datt yvir á mótkoyrandi vegbreyt, har ein bilur kom koyrandi.
Bilurin fekk lítlan skaða, og tíbetur var eingin fólkaskaði.
Løgreglan sigur, at málið er ikki liðugt skrivað enn, og tí er ikki greitt um nøkur skuldseting verður móti bilføraranum í vøruvogninum. Tað kann henda seg, at hann missir koyrikortið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald