Innanlands

Misti tamarhaldið á bilinum

Eitt soloóhapp var omanfyri Porkeri fyrrapartin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-08-26 16:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um hálvgun tíggju tíðina fyrrapartin fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilur var farin av vegnum omanfyri Porkeri.

Sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn vísti tað seg tíbetur ikki at hava so nógv uppá seg. Tað var ein førari, sum hevði mist tamarhaldið á bilinum.

Viðkomandi hevði eitt sindur ilt í vinstru øksl, men sambært teimum upplýsingunum, sum vakthavandi á løgreglustøðini hevur, var hetta ikki nakað álvarsligt.

Sjúkrabilur var sum vant sendur á staðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder