Miusa træ verður skorið niður í kvøld

Herfyri varð staðfest, at tann fyrr so vakra reyðbókin norðan fyri kioskina hjá Astu, ikki fer at koma fyri seg aftur. Hon tikin upp, og nýggj verður sett niðuraftur sama stað

2014 var seinasta árið, reyðbókin stóð í fullari skrúð (Mynd: Torshavn.fo)

2014 var seinasta árið, reyðbókin stóð í fullari skrúð (Mynd: Torshavn.fo)

2021-03-15 18:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrr so vakra reyðbókin norðan fyri kioskina hjá Astu - “Miusa træ” – er deyð og verður skorin niður og tikin upp við rót í kvøld, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Tað er Hjálpirót, sum tekur sær av arbeiðnum.

Talan er um eitt søguligt træ. Fleiri enn 100 ár eru liðin, síðan urtagarðarnir og trøini í miðbýnum vórðu gróðursett sum ein grønur ringur um miðbýin. Í dag duga vit illa at ímynda okkum, hvussu verið hevði, um trøini ikki vóru har

Tann fyrr so vakra reyðbókin, sum stendur norðan fyri kioskina hjá Astu, varð kallað “Miusa træ” eftir Miu Trónd, ið varð fødd í 1914 og doyði í 2003.

Reyðbókin stendur ikki í einum nátúrligum umhvørvi í miðbýnum í Havn – hon hoyrir heima í skógi og fríari náttúru. Í miðbýnum hevur hon helst havt tað hart, viðhvørt ov nógv vatn, viðhvørt ov lítið, hon hevur verið vavd inn í strips og leidningar og neglt hevur verið í hana – og samanlagt hevur alt hetta møguliga gjørt lív hennara trupult.

Herfyri varð so staðfest, at reyðbókin ikki fór at koma fyri seg aftur. Og tí varð avgerð tikin um, at taka hana upp og at seta eina nýggja 4-5 metra høga reyðbók niðuraftur sama stað. Umstøðurnar verða samstundis gjørdar so góðar sum møguligt fyri, at nýggja reyðbókin skal trívast. Og so vóna sjálvandi øll, at reyðbókin fær frið at vaksa og trívast.

Tað er nógv timbur í eini slíkari reyðbók, og tað skal sanniliga ikki fara til spillis. Borgarstjórin hevur verið í samband við familjuna hjá Trónd Hansen, sum ikki høvdu atstøður at taka sær av trænum, skrivar kommunan.

Tí er ein partur av trænum latin til handverkslistarfólkini Joel Cole, Ole Jacob Nielsen, Brynolf Lamhauge, Sjúrð Poulsen og Verner Hansen. Verkstaðið Vón fær eisini ein part av trænum og borgarstjórin fær eina einstaka grein í varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder