2018-06-27 15:06
Nógvi mjørkin vestanfyri í dag ávirkar flogferðsluna og hevur havt við sær avlýsing hjá SAS.
Jn.fo skrivar, at flogfarið hjá SAS, sum skuldi lenda beint eftir middag var yvir flogvøllinum, men fekk ikki lent og fór aftur til Danmarkar.
Eitt flogfar úr Keflavik í Íslandi, sum skuldi lenda á middegi, vendi eisini við aftur.
Tvey flogfør hjá Atlantsflog eru lend í dag eftir tíðarætlanini, og eru at síggja til ikki órógvaði av mjørkanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald