Í dag hevur Teitur útgávudag við EP’ini “Modern Era,” sum hann hevur innspælt saman við framleiðarinum Reyn í Niðurlondum í vetur.
Á útgávuni eru fýra løg, har ímillum “Holiday Inn” og “Clara,” ið longu eru útgivin sum stakløg og video. Útgávan er talgild, og er at finna á iTunes, Spotify og øðrum talgildum miðlum.
Ælanin var at fara á konsertferð at framføra tónleikin, men higartil eru 33 konsertir avlýstar.
Í hesum sambandið verður í staðin stroymað útgávukonsert beinleiðis av Velbastað klokkan 20 í kvøld har løgini vera at hoyra umframt onnur eldri løg, so sum “Josephine” og nýggjara “Looking for a Place” av fyrru útgávuni “I Want to Be Kind.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald