Í morgin, 25. mars, er móðurmálsdagur. Henda dagin var faðirin av føroyska skrivtmálinum. V. U. Hammershaimb føddur.
Felagsskapurin Føroyamál fer aftur í ár at seta dám á dagin. Tað verður gjørt við at hava opið hús, og evnið hesaferð verður móðurmálið og avbjóðingar hjá fólki í Føroyum við føroyskum sum annaðmál
- Vit fara at hava sofaprát við Marjuna Lómaklett, ið virkar sum integratiónsprestur í Føroyum. Vit fara at spyrja Marjuna, hvussu umstøðurnar eru hjá børnum og familjum, ið hava føroyskt sum annaðmál. Hvør er støðan, og hvør er tørvurin?
- Vit fara eisini at hoyra frá lesandi á Fróðskaparsetrinum um nýggju útbúgvingina føroyskum sum annaðmál. Hvussu er útbúgvingin skipað, og hvussu hon er ætlað skúlaverkinum og frálæruni í móðurmálinum?
Haldur Suni fer at lesa egnar yrkingar um móðurmálið, skrivar felagsskapurin Føroyamál í tíðindaskrivi.
Tiltakið, sum er alment og verður hildið í húsunum hjá Yrkisfelagnum Miðnám í Varðagøtu 8 í Havn millum kl. 15 og 16.30. Tiltakið verður stroymt á fb-síðuni hjá Føroyamál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald