
Í dag er 25. mars, føðingardagur V.U. Hammarshaimbs, faðirin at føroyska skriftmálinum, og dagurin, har móðurmálsdagur verður hátíðarhildin.
Dagurin verður hátíðarhildin í Smæruni í Havn í kvøld klokkan 19.
Fyriskiparar eru Føroyamál, Vencil, Nám, Føroyar lesa, Sprotin, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Málráðið.
Skráin fyri tiltakið:
19.00 Vælkomin
19.10 Landsstýrismaðurin í mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, setir tiltakið
19.20 Kári P syngur
19.30 Føroyamál avdúkar búmerkið
19.40 SignWiki Føroyar Edny Poulsen og Eyðgunn Hansen
19.50 Kaffisteðgur
20.15 Vencil – ikki vitlíki Oddfríður Marni Rasmussen
20.25 Vitlíki og føroyskt: varðveitsla, varðar og vegamót Iben Nyholm Debess
20.35 Hvussu kann vitlíki verða til gagns fyri føroyska málið? Tóri Slættalíð
20.45 Føroyamál tekur saman um
Teknmálstulkar vera við
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald