Leygardagin 6. apríl verður árligi landsfundur Javnaðarfloksins í Smæruni í Havn. Gestarøðari í ár er danski sosialdemokraturin Mogens Lykketoft.
Mogens Lykketoft er fólkatingslimur fyri donsku sosialdemokratarnar og er ein ógvuliga royndur politikari. Hann er fyrrverandi uttanríkis-, fíggjar- og skattamálaráðharri umframt fyrrverandi formaður í Fólkatinginum og fyrrverandi landsgranskoðari. Í juni 2015 varð hann valdur sum formaður fyri hálvfjerðsinstjúgunda ST aðalfundin, sum varð hildin frá septembur 2015 til septembur 2016. Og í ár verður hann gestarøðari á landsfundi Javnaðarfloksins, sum verður hildin í Smæruni í Havn 6. apríl.
Landsfundurin byrjar við morgunmati klokkan 9, og hildið verður á til klokkan 17. Umframt gestarøðu er eisini árliga formansrøðan frá Akseli V. Johannesen og orðaskifti millum limirnar. Allir limir hava møti- og talurætt á fundinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald