Mentan

Møguleiki at rinda fyri netkonsertir

Livestroymingarnar eru ókeypis – men áhoyrarar kunnu gjalda fyri tónleikin frá Reinsarínum

Flowin spældi í gjárkvøldið

Flowin spældi í gjárkvøldið

2020-04-14 08:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tey, ið lurta eftir konsertunum, sum í hesum tíðun verða stroymdar frá Reinsarínum fáa nú møguleika at rinda fyri konsertirnar. Eitt slag av talgildum hatti gongur runt.

Tórsgøta Live varð sett á stovn, fyri at geva tónleikarunum ein pall at framføra á, nú flestu tónleikapallar eru stongdir, bæði fyri at tey skuldu sleppa at framføra sín tónleik, men eisini sum eitt fíggjarligt íkast. 

Higartil hava 10 konsertir verið í Reinsarínum. Í gjárkvøldið spældi Flowin og næsta konsert á skránni er í annaðkvøld, tá Blátt Gras spælir.

Les eisini: Fleiri livekonsertir úr Reinsarínum 

Nógv fylgja við beinleiðis framførslunum, meðan onnur hyggja at konsertunum aftaná, tí tær liggja tøkar á heimasíðuni torsgota.fo, á Youtube og á Facebook. 

Tiltakið er stuðlað av Tórshavnar kommunu og KODA, og tónleikararnir fáa løn fyri at spæla. Hetta er tó bert ein lítil dropið í havinum í mun til tann inntøkumiss, ið flestu tónleikarar hava í hesum døgum. 

Tí fáa áhoyrararnir nú høvið, at rinda fyri tónleikin, ið tey hoyra. Peningurin fer til teir tónleikarar, ið framføra. 

Hetta er galdandi fyri komandi framførslur, men eisini fyri tær framførslur, ið longu hava verið. Á torsgota.fo/rinda ber til at velja hvørja konsert, ið tú ynskir at gjalda fyri, og hvussu nógv tú vilt gjalda. Upphæddirnar eru frá 20 kr. og upp til so nógv, sum tú ynskir. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder