Innanlands

Møguleiki at síggja blóðmána í nátt - um veðrið heldur sær

Full mánamyrking verður í nátt, og møguleiki verður at síggja ein reydligan mána

Ólavur Frederiksen tók hesa myndina 3. mars 2007 (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Ólavur Frederiksen tók hesa myndina 3. mars 2007 (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2019-01-20 22:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í nátt hava føroyingar møguleika at síggja blóðmána. Tað verður nevniliga full mánamyrking, og tað verður í meira enn tríggjar tímar.

Tað eru ivaleyst fleiri sum ætla at seta vekjaran tíðliga ella at bíða til fyribrigdið byrjar. Hetta verður klokkan 3.33 í nátt, og millum klokkan 4.41 og 5.43 verður mánin reyður, veit heimasíðan timeanddate.com.

Í skrivandi stund sæst mánin væl, men veðurforsøgnin sigur frá avfalli í nátt, so tað kann oyðileggja upplivingina fyri fleiri. Fylg veðrinum her.

Mánamyrking er tá mánin er í skugganum av jørðini har sólin ikki røkkur. Tað ger at einki ljós kemur til mánan, sum gerst reyður av sólstrálum sum bendast av ljóshavinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder