Innanlands

Møguliga væl meira enn 30 milliónir í meirnýtslu

Staðfesta meirnýtslan á Glasi er 14 milliónir, men einki fullfíggjað yvirlit er á støðuni, og rokningin kann vísa seg at gerast væl størri

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-01-20 20:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eingin veit hvussu stór samlaða rokningin fyri Glasir verður, en nógv bendir á, at staðfesta meirnýtslan á 14 milliónir verður væl størri.

Keldur hjá Kringvarpinum vísa á, at staðfesta meirnýtslan kann gerast omanfyri 30 milliónir krónur, men hetta er ikki váttað hjá almennu myndugleikunum.

Á Landsverki hava tey ikki yvirlit yvir støðuna í løtuni, og arbeiða við at fáa yvirlit. Og í Samferðslumálaráðnum bíðar Heðin Mortensen eftir yvirlitinum frá Landsverki.

Yvirnýtslan hevði við sær at Ewald Kjølbro fór frá sum stjóri beint fyri jól, og at misálit varð lagt fram móti Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum. Misálitisuppskotið fall tó, og nú fer løgmaður at seta ein advokat at gera kanning av málinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder