2020-11-26 11:13

Nú verður av álvara tosað um, at Eysturoyartunnilin verður latin upp fyri almennari ferðslu longu undan jólum.
Kringvarp Føroya veit at siga frá tunlafelagnum, at tað verður miðað eftir at lata tunnilin upp leygardagin 19. desember.
Hetta veldst tó um, hvussu tað gongur við at royna teknisku útgerðina í tunnlinum av. Ætlanin er at halda eina trygdarvenjing við luttøku av løgreglu og sløkkiliðum í tunlinum 17. desember.
(Mynd: Ólavur Frederiksen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald