Innanlands

Møguligt misálit á Rigmor Dam í dag

Tað liggur í luftini, at misálit móti landsstýriskvinnuni verður lagt fyri tingið

Rigmor Dam (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Rigmor Dam (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-12-18 06:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

At Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur friðað landsstýriskvinnuna í málinum um Glasir, hevur fingið andstøðutinglimir at umhugsa misálit á Rigmor Dam.

Tað kom fram seinnapartin í gjár.

Tá frættist, at semja var millum andstøðuflokkarnar at orða eitt uppskot, har misálit verður reist móti landsstýriskvinnuni í mentamálum. Men fyrst skuldi fáast greiða á um undirtøka er í andstøðuni og samgonguni fyri einum misáliti.

Á skránni fyri tingfundin í dag eru tvær triðju viðgerðir umframt onnur viðgerð av fíggjarlógini, sum kann gerast eitt drúgt orðaskifti.

Verður misálit lagt fram, verður skráin fyri løgtingsfundin alt fyri eitt broytt soleiðis, at hetta mál verður sett á skránna at vera næsta mál á sama fundi. Tá umrøðan av einum misáliti endar, verður farið beinleiðis til endaligu atkvøðugreiðslu í málinum.

Fyri at misálit skal verða samtykt, skal meira enn helvtin av teimum 33 limunum í løgtinginum atkvøða fyri.

Tingfundurin byrjar klokkan 10.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder