Summar Festivalurin hevur seinnapartin avdúkað enn eitt navn til ársins festival. Talan er um rockbólkin Moirae, sum ikki hevur verið at hoyrt live í fleiri ár, men sum nú í summar kann upplivast á palli aftur.
Moirae hevði sína stórtíð seinna partin av nítiárunum. Fyrsti ferð bólkurin veruliga gjørdi vart við seg var í Prix Føroyar tónleikakappingini í 1995, sum Moirae vann. Árið eftir gav bólkurin fløgu út, og í 1998 kom seinna útgávan. Moirae er kendur fyri stór hitt sum "Eg flýggi til tónleikin", "Tú" og "Hvussu kann eg vita?".
Summar Festivalurin skrivar, at talan er um ein bólk, ið spældi nógv live í 90'árunum - millum annað í ítróttarhallunum. Nú eru nógv ár liðin, síðani Moirae spældi seinast, og framførslan í summar verður serstøk, tí tað er fyrstu ferð at Terji Rasmussen og hinir framføra saman til ein festival.
Terji Rasmussen er sangari í bólkinum, og saman við honum eru dugnaligu tónleikararnir Hjalti Joensen, Mikkjal Joensen, Kim Hansen og Kaj Johannesen.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august.
Innanlands
Moirae ger comeback á Summar Festivalinum
Rokkbólkurin sum sló ígjøgnum í seinnu helvt av 90'árunum verður aftur at hoyra í Klaksvík í august
Terji Rasmussen hevur fyrr staðið á palli á Summar Festivalinum; m.a. við Føstufressum og Frændum. Í ár verður tað sum sangari í Moirae
2019-05-16 14:40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald