Fríggjamorgunin fingu trý starvsfólk í Tórshavnar kommunu heiðurløn Tórshavnar býráðs fyri drúgva tænastu.
Talan var um Monu Mohr, ið fekk gullheiðursmerki fyri at hava verið í starvi í yvir 40 ár, og Birgit Debess og Joan Oskarsdóttir, ið fingu silvurheiðurslønir fyri yvir 30 ára starvsdagar. Allar hava tær starvast á dagstovnaøkinum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði heiðurslønirnar og minti á, fyri Tórshavnar kommunu hava trúføst starvsfólk sera stóran týdning.
– Tey eru okkara barometur í sambandi við trivnaðin á arbeiðsplássunum, segði hann millum annað í røðu sínari.
Joan Oskarsdóttir hevur arbeitt hjá Tórshavnar kommunu í 32 ár, og Birgit Debess hevur starvast har í 32-33 ár. Mona Mohr hevur arbeitt hjá kommununi í 42 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald