Tórshavnar kommuna hevur sett nýggjan leiðara í Heilsuhúsinum í Heilsu- og umsorganartænastuni. Heilsuhúsið veitir tænastur til bæði heimabúgvandi borgarar og borgarar á røktarheimum í kommununi.
Staðsett í Heilsuhúsinum er heimatænastan, heimasjúkrarøktin, fysioterapeutar og ergoterapeutar, visitatión og Heilræði, sum er vitjunartænasta hjá heilsu- og umsorganartænastuni, móttøka og dygdarmennarar.
Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd er eisini skipanarliga partur av Heilsuhúsinum.
Nýggjur leiðari er Mona Maria úr Fugloy. Mona Maria er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur umframt kandidatur í sjúkrarøkt (cand. Cur.) við sergrein í leiðslu og fakligari menning. Harafturat hevur Mona Maria eisini útbúgving innan leiðslu.
Mona Maria hevur drúgvar leiðsluroyndir bæði úr Føroyum og Danmark. Mona Maria hevur stóran part av yrkisleið síni starvast innan eldraøkið í Danmark, men eisini nøkur ár í Føroyum. Hon byrjar í starvinum 1. juli 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald