Innanlands

Mongdin av seldum mati og alkoholfríum drykkjuvørum lækkað níggju prosent

Prísvøksturin seinasta árið hevur ávirkað smásøluna í Føroyum, og minkaði selda mongdin í fleiri vørubólkum, skrivar Hagstovan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-01-09 11:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

3. ársfjórðing 2021 til 3. ársfjórðing í fjør minkaði selda mongdin fyri bólkin "matur og alkoholfríar drykkjuvørur" níggju prosent, og fyri ávikavist "húsbúnað og húsarhaldsútgerð" og "klædnavørur og fótbúnað’" minkaði selda mongdin 13 og 15 prosent, skrivar Hagstovan.

Frá 3. ársfjórðingi 2021 til 3. ársfjórðing í fjør vaks brúkaraprístalið 8,8 prosent – størsti árligi prísvøkstur í 40 ár. Prísvøkstur hevur stóra ávirkan á keypsorkuna hjá fólki.

Prísir á "mati og alkoholfríum drykkjuvørum" eru hækkaðir 10 prosent frá 3. ársfjórðingi í 2021 til 3. ársfjórðing í fjør, og verður umsetningurin gjørdur upp í ársins prísum, er umsetningurin áleið tann sami 3. ársfjórðing í fjør sum 3. ársfjórðing 2021. Um vit draga prísvøksturin frá, var selda nøgdin av "mati og alkoholfríum drykkjuvørum" níggju prosent lægri 3. ársfjórðing í fjør í mun til sama tíðarskeið í 2021.

Prísir á "húsbúnaði og húsarhaldsútgerð" hækkaðu 11 prosent frá 3. ársfjórðingi í 2021 til 3. ársfjórðing í fjør. Umroknað til fastar prísir lækkaði umsetningurin hetta tíðarskeiðið 13 prosent.

Í vørubólkinum "klædnavørur og fótbúnaður" er sølan eisini merkt av príshækkingum. Prísir er hækkaðu seks prosent frá 3. ársfjórðingi í 2021 til 3. ársfjórðing í fjør. Umsetningurin í ársins prísum hetta tíðarskeiðið lækkaði 10 prosent, meðan umsetningurin í føstum prísum lækkaði 15 prosent, skrivar Hagstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder