Uttanlands

Mótasniðgevin Giorgio Armani deyður

Giorgio Armani, sum stovnaði Armani í 1975, andaðist í dag, 91 ára gamal

Giorgio Armani gjørdist 91 ára gamal (Mynd: EPA)

Giorgio Armani gjørdist 91 ára gamal (Mynd: EPA)

2025-09-04 15:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Italski mótasniðgevin, Giorgio Armani er deyður.

Tað boðar mótafyritøkan Armani, sum hann var við til at stovna, frá í dag sambært altjóða miðlum.

Giorgio Armani, sum stovnaði Armani í 1975, andaðist í dag, 91 ára gamal.

Hann hevði sambært Reuters verið illa fyri í eina tíð og kundi tí m.a. ikki luttaka, tá Armani hevði mótasýning undir mótavikuni fyri menn í Milano í juni, og tað var fyrstu ferð nakrantíð, at hann ikki hevur verið til staðar, tá Armani hevur havt mótasýning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder