Innanlands

Mótasýning í SMS í kvøld

Handlarnir hava opið millum kl. 19.30 og 22

2023-03-30 09:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld klokkan 20 verður vár-mótasýningin í SMS. Heili 12 handlar fara at sýna fram vármótan 2023.

Eins og undanfarin ár, tá SMS hevur havt mótasýning,  verður tað ein sýning við einum samansettum showi við tónleiki, pallseting og nýggjasta mótanum. Dan Helgi er DJ og velur tónleikin til mótasýningina.

Handlarnir í sølumiðstøðini lata upp fyri gestum kl.19.30 við nógvum tilboðum fram til kl. 22. Sjálv mótasýningin byrjar kl. 20 á Torginum. Eftir mótasýningina verða leskiligir góðbitar at fáa í handlunum. 

Handlarnir í SMS lata aftur kl. 18, og lata síðan uppaftur kl. 19.30 til 22. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder