Hesu vikuna hevur Tórshavnar kommuna almannakunngjørt broytingar í ferðaætlanini hjá bussleiðini, sum koma í gildi 1. apríl.
Talan er tó bert um eina royndarætlan, sum skal endurskoðast eftir tveimum mánaðum, og møguligar tillagingar verða gjørdar seinni.
Men longu nú eru fólk, sum eru ónøgd við nýggju ferðaætlanina. Broytingarnar hava nevniliga við sær, at bussurin eftir 1. apríl ikki longur fer at steðga við Dagstovnin við Velbastaðvegin.
Tí fóru starvsfólk og børn úr dagstovninum í dag oman á býráðsskrivstovuna at mótmæla, og 310 undirskriftir vóru eisini handaðar Anniku Olsen, borgarstjóra.
Sí innslag í Degi & Viku her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald