Innanlands

Mótmælisundirskriftir handaðar Jógvani Skorheim

Tilsamans 266 undirskriftir vóru savnaðar inn fyri at mótmæla, at gamli virkisbýgningurin, Ídni, verður tikin niður

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-04-27 19:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár handaði Jógvan Andrias Joensen borgarstjóranum í Klaksvíkar kommunu undirskriftir fyri at mótmæla, at gamli virkisbygningurin, Ídni, verður tikin niður.

Tilsamans 266 undirskriftir vóru savnaðar inn fyri at varðveita gamla virkisbygningin, sum Klaksvíkar býráð keypti í 2006, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Tey, sum hava savnað inn undirskriftir siga m.a., at menning av býnum og varðveitsla av siðsøguligum bygningum ikki eru í ansøgn, men kunnu ganga hond í hond.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder