Uttanlands

Mótmæltu hópferðavinnu á Kanarisku oyggjunum

Fyrsta ársfjórðing í ár vitjaðu 4,36 milliónnir ferðafólk Karisku oyggjunum

Mótmælisfólk í Las Palmas, Gran Canaria (Mynd: Reuters)

Mótmælisfólk í Las Palmas, Gran Canaria (Mynd: Reuters)

2025-05-19 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin fóru túsundatals fólk á sponsku Kanarisku oyggjunum út á gøtuna at mótmæla hópferðavinnu.

Mótmælisfólkini kravdu, at myndugleikarnir avmarka talið á ferðafólkum á oyggjunum fyri at forða fyri m.a. hækkandi bústaðarprísum.

Sambært altjóða miðlum mótmæltu 7.000 fólk á Tenerife, sum er tann størsta av kanarisku oyggjunum. 3000 mótmæltu á Gran Canaria, 1500 á Lanzarote, og 1000 á Fuerteventura.

Kanarisku oyggjarnar fáa vitjan av yvir einari millión ferðafólkum um mánaðin. Fólkatalið á Oyggjunum er 2,2 milliónir.

Í tíðarskeiðnum januar - mars 2025 fingu oyggjarnar vitjan av 4,36 milliónum ferðafólkum. 

Síðan 1970ini er talið á kømrum á gistingarhúsunum trífaldað, og hetta hevur m.a. havt við sær stórar príshækkingar á bústaðarmarknaðinum, ferðslutrupulleikar og avmarkað atgongd til heilsutænastur.

Líknandi mótmæli hava áður verið á Kanarisku oyggjunum, umframt á Mallorca, í Barcelona og Malaga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder