Tvey fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið í gjár, tá ein motorsúkkla og ein bilur stoyttu saman á Velbastaðvegnum.
Hetta var um hálvgun fimm tíðina í gjár.
Ein bilur bakkaði út á Velbastaðvegin, og beint tá kom ein motorsúkkla koyrandi, sum rendi á bilin. Tvey fólk vóru á motorsúkkluni, og løgreglan sigur, at tey fingu reist seg aftaná samanstoytin.
Kortini vórðu tey flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Á Hálsinum í Sandavági var ein bilførari í gjárkvøldið tikin fyri at koyra 114 km/t um tíman. Tað gevur klipp í koyrikortið.
Ein annar bilførari fær eisini klipp í koyrkortið. Tað fær hann fyri at joyra oman eftir Niels Finsensgøtu frá Auto oman í Steinatún. Har er bara loyvt at koyra niðaneftir, og tí fær bilførarin eitt klipp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald